Nú er ein 28 ára gamal dømdur 40 dagar í fongsul fyri harðskap í náttarlívinum í Havn. Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein mann fleiri ferðir í andlitið.
Maðurin, sum er pólskur ríkisborgari, varð samstundis útvístur úr Føroyum. Hann er nýliga komin til Føroyar at arbeiða og hevur at kalla einki tilknýti til Føroyar. Sostatt er hann útvístur og sleppur ikki aftur til Føroyar í trý ár
Føroya Rættur gjørdi av, at maðurin skuldi sita dómin beinanvegin og Eystari Landsrættur hevur staðfest hesa avgerð. Men maðurin annars skotið sjálvan dómin inn fyri Eystara Landsrætt, sigur løgreglan