Fongslaður fyri kynsligan ágang ímóti ungari gentu

Løgreglan kannar nú málið

Sunnunáttina varð ringt til løgregluna at boða frá kynsligum ágangi ímóti eini ungari gentu og stutt eftir, tíðliga sunnumorgunin, handtók løgreglan ein ungan mann og skuldsetti hann fyri kynsligan ágang.

Hann varð sendur til Havnar, har hann varð førdur fyri Føroya Rætt í gjárkvøldið, og har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur ímeðan málið verður kannað fyri at vita, hvat liggur í tí, og hvussu umfatandi hetta er.

Sýslumaðurin í Suðuroy sigur, at í sambandi við, at málið verður kannað, vil hann ikki siga, hvat slag av kynsligum ágangi, talan er um.

Men hann heldur, at tað er gott, at slík mál verða fráboðað, so at løgreglan kann taka málið upp, og so at tey, sum eru fyri ágangi, kunnu fáa ta hjálp, tey eiga at fáa.