Fólkatingsumboðini seljast so dýrt sum møguligt

Siti í einum flogvallarbygningi og bíði eftir einari tyrlu. Í taskuni er ein bók, sum eg skal byrja at lesa, men fyrst vil eg skriva hesar fáu reglur.

Onsdagin er fólkatingsval. Higartil hava hesi val verið týdningarleys fyri Føroyar (og Grønland). Kanska verður tað tað sama hesa ferð, og tó, nýggjar røddir eru frammi, iðv ert er at lurta eftir.

Jóannes Eidesgaard og Finnbogi Ísakson hava nevnt, at teir ætla at brúka fólkatingsumboðanina, um teirra flokkar verða valdir. Hetta er nýtt og gott. Hví skulu føroyingar uttan víðari lata einum donskum flokki stuðul fyri onki ? ein stuðul sum teir eru hugaðir at kappbjóða um.

Føroyingar skulu gera seg kostbarar, selja seg so dýrt sum møguligt. Stuðla tí, ið letur mest aftur fyri til Føroyar. Tá brúka vit fólkatingsumboðanina. Tá fáa vit nyttu burtur úr henni. Og man ikki júst hetta hava verið meiningin við umboðanini, tá hon varð niðurfeld í grundlógina?

Sosialdemokratar og konservativar politikarar kunnu tey velja í Danmark. Tað nýtist ikki føroyingum at gera. Vit skulu velja føroysk umboð. Úr hvørjum flokki tey koma er sekundert.

Tey tvey føroysku umboðini kunnu seljast dýrt. Prísurin velst um, hvussu javnvágin verður millum vinstravongin og høgravongin í fólkatinginum eftir valið.

Fyri at tryggja eitt so gott samráðingargrundarlag sum gjørligt eiga føroysku umboðini at sláa seg saman við teimum báðum grønlendsku umboðunum. Fýra umboð kunnu hava avgerandi týdning fyri, hvør stjórn kann myndast í Danmark. Tí kunnu Grønland og Føroyar í felag skapa sær eitt einastandandi gott samráðingarstøði við at standa saman mótvegis dønum.

Tað er neyvan at vænta, at núverandi fólkatingsumboð fara at brúka sína støðu til at skapa tað besta samráðingarstøði fyri Føroyar. Tí eiga báðir at verða skiftir út.

Um Jóannes Eidesgaard og Finnbogi Ísakson gera sínar tankar til veruleika, eiga teir báðir at verða valdir.

Mest spennandi verður, um javnaðarflokkurin torir at hoppa upp úr sosialdemokratiska lummanum.

Vit hava ein grundlógartryggjaðan rætt til fólkatingsumboðan. Lat okkum nú standa saman og brúka henda rætt til egnan fyrimun. Tað er hetta, ið hesin rættur er ætlaður til.


   Politiskur sølumaður