Fólkapensjónin hækkar næsta ár

Hækkingin kemur í gildi seinna hálvár

 

 Fólkapensjónin hevur verið nógv umrødd í seinastuni, men nú eru so útlit til, at hon fer at hækka eitt sindur næsta ár.

Meirilutin í fíggjarnevndini er liðugt at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár og har hevur meirilutin avgjørt, at næsta ár skal viðbótin til fólkapensjónina hækka.

Hækkingin verður sett í verk 1. juli og tá hækkar viðbótin til fólkapensjónina 350 krónur um mánaðin til hvønn pensjónist

Mett verður, at hetta fer at kosta landskassanum 10 milliónir, sigur meirilutin í fíggjarnevndini, sum er Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen, sum allir umboða samgonguna.

 

Minnilutin í fíggjarnevndini, umboðini fyri Javnaðarflokkin, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen, umframt Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, mæla til at viðbótin hækkar upp aftur meiri, ella 3000 krónur um árið til stakar pensjónistar og 4.200 krónur til hjún, sum einki hava uttan fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av.

Mett verður, at tað fer at kosta 17 milliónir og uppskot um tað liggur í løgtinginum.