Nýútbúgvin skulu ikki fáa útgjald úr ALS ímeðan tey leita eftir arbeiði.
Tað er niðurstøðan í eini fráboðan hjá ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Huxa, í kvøld.
Annars eru nógvar røddir frammi um, at ein máti at fáa nýútbúgvin heimaftur, er at lima tey inn í ALS, so at tey hava eitt fíggjarligt grundarlag ímeðan tey leita sær eftir arbeiði.
Hetta er ein skipan, tey hava í øðrum norðurlondum og summi halda, at hetta ger, at nýútbúnir føroyingar ikki flyta heim aftur.
Men tey ungu í Fólkaflokkinum halda, at nýútbúgvin eru ein stórur og ein sterkur samfelagsbólkur, sum skulu bera og menna Føroyska samfelagið framá.
Hinvegin er ALS ein trygging, til tey, ið hava havt eina fasta inntøku, og missa arbeiðið.
- Hetta er ein útsettur samfelagsbólkur, men tað eru tey nýútbúnu ikki á sama hátt.
Ístaðin fyri at taka nýúbúgvin upp í ALS, mæla tey í Huxa til, at tey kunnu tey halda fram at at fáa somu upphædd, tey fingu í studningi, meðan tey vórðu undir útbúgving.
- Men samstundis skal hetta vera eitt lán, sum tey skulu rinda aftur, tá tey fáa arbeiðsinntøku, halda tey í Huxa.
Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum heldur, at skulu nýútbúgvin hava fult gjald úr ALS, kann tað føra til, at nógv vilja heldur hava 14.000 krónur um mánaðin úr ALS enn at taka eitt ófaklært arbeiði, ið kanska gevur áleið somu løn.
Les annars alla fráboðanina hjá HUXA við at TRÝSTA HER.