Fólkaflokkurin hevur fulla ábyrgd av tí óskili, sum Føroya fólk var vitni til í dokumentarsendingini Anita í gjárkvøldið
Fólkaflokkurin vil ikki hava skipað viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðnum. Tí hevur samgongan tvær ferðir felt uppskot frá Javnaðarflokkinum um, at treytin fyri at fáa fiskiloyvi er, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini. Og alt bendir á, at nú uppskotið enn einaferð liggur í Løgtinginum, verður tað aftur felt av samgonguni.
Tí har bestemmar Fólkaflokkurin einsamallur.
Anita er tíverri ikki eindømi. Sosial dumping skaðar okkara umdømi í umheiminum, og trýstir lønarlagið hjá fiskimonnum í botn, um tað fær loyvi at halda fram.
Sendingin vísti eisini, at føroysk fiskirættindi, sum landið hevur latið privatum reiðarum ókeypis, verða seld útlendingum fyri milliónaupphæddir.
Alt hetta letur seg bara gera, tí Fólkaflokkurin vil hava tað so. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vardi hetta óskil við at siga, at: ”Meira pening tú tekur úr vinnuni inn í ein óproduktivum landskassa, minni virðisøking fært tú.”
Hesin landskassin, sum landsstýrismaðurin talar so forhánisliga um, er sami kassi, sum skal tryggja børnum okkara ókeypis skúlagongd, ungdóminum ókeypis útbúgving og fólkinum góða og skjóta sjúkraviðgerð – fólki og vinnulívi at frama.
Landskassin skal tryggja lærarum, pedagogum, sjúkrasystrum og øllum øðrum alment settum fólki sína løn. Sum skal tryggja okkara samferðslukervi á sjógvi og landi. Sum skal tryggja okkara gomlu ein virðiligan aldurdóm og fólkapensjón. Sum skal tryggja teimum óhjálpnu røkt.
Sum snøgt sagt skal tryggja at samfelagið hongur saman - ikki minst okkara vinnulívi at frama.
At Fólkaflokkurin tosar um landskassan sum hann ger, avdúkar alt um tann hugburð, ið har ræður.
Nøkur fáa nógv - mong fáa einki
Við flatskattinum - har vællønt fingu nógv og láglønt einki fingu - hevur Fólkaflokkurin minkað inntøkur landskassans munandi.
Teir hava so roynt at fylt holið við gjøgnum pensiónsskattingina at taka pening frá okkara børnum og barnabørnum.
Men tað er ikki nóg mikið. Tí hava vit fingið áhaldandi sparingar og hóttanir innan eldraøkið, Strandferðsluna og sjúkrahúsøkið.
Samstundis vísir ein nýggj kanning, at 1.555 føroyingar liva undir fátækramarkinum, og at fleiri fólkapensjónistar nærkast hesum marki.
Nøkur eru blivin nógv, nógv ríkari farnu árini. Men mong eru komin heilt illa fyri. Tí í Føroyum bestemmar Fólkaflokkurin.
Skræða samfelagið sundur
Sendingin í gjár vísti, at fyrrverandi formaðurin í reiðarafelagnum hevur selt spaniólum føroysk fiskirættindini, sum hann hevur fingið ókeypis frá landinum.
Men tað er einki eindømi. Hetta er úrslitið av fólkaflokspolitikkinum.
Javnaðarflokkurin vil ikki hava, at landsins fiskirættindi verða seld av landinum. Øll eiga hesi rættindi, og tí skulu tey koma øllum til góðar.
Tað eydnaðist í 2011 at fáa selt 20.000 tons av makreli á uppboði. Sølan gav 72 milliónir, sum vóru settar í ein búskapargrunn.
Fólkaflokkurin var rasandi, tí hann vildi sleppa at býta virðini út politiskt í staðin. - Men tað fyrsta sami flokkur gjørdi, tá hann fekk valdið aftur, var at tøma búskapargrunnin! Pengarnir blivu kortini ikki brúktir til omanfyrinevndu bólkar. Teir fóru til skattalætta til hálønt!
Hví? Jú tí "pengarnir liggja best í lummunum hjá fáum einstaklingum"...
Úrslitið av Fólkafloksins politikki er, at landið verður skrætt sundur. Vit skulu ikki longur vera í sama báti. Vit skulu hava einar Føroyar á fyrsta klassa - og einar aðrar Føroyar á øðrum klassa.
Nær fáa aðrir flokkar nokk?
Fólkaflokkurin stýrir Føroyum fullkomiliga einsamallur. Og kósin er hættislig.
Tí hevur Javnaðarflokkurin gjørt upp við Fólkaflokkin.
Nú er bara eftir at aðrir flokkar gera tað sama.
Hvussu leingi letur Sambandsflokkur alt um seg ganga? Nær ásannar hann, at politiska skipanin eigur at arbeiða fyri allar føroyingar - ikki bara fyri útvaldar einstaklingar?
Ein byrjan kundi verið, at Sambandsflokkurin tók undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at treytin fyri at fáa fiskiloyvi er, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini, tá ið uppskotið kemur til 2. viðgerð ein av komandi døgum.
Aksel V. Johannesen,
formaður Javnaðarfloksins