Eitt av lyftunum, sum Annika Olsen hevur fingið, nú hon er vorðin partur av Fólkaflokkinum aftur er, at stevnumiðini, stevnuskráin og floksbygnaðurin hjá flokkinum skal endurskoðast.
- Nú er týdningarmikið at vit lata okkum í arbeiðsklæðini og hyggja frameftir. Tað gamla er farið. Nú virka vit fram móti at Fólkaflokkurin aftur skal gerast størsti flokkur, segði Annika Olsen á tíðindafundinum.
- Vit skulu virka fyri einum sjálvbjargnum Føroyum. Hetta góða, heita orðið, sjálvbjargni, skal aftur mynda politikkin, og tá er talan um bæði politiskt og fíggjarligt sjálvbjargni, sigur hon.
Partur av hesum arbeiði er sum sagt at dagføra flokkin. Bæði Jørgen Niclasen og Annika Olsen vístu til, at stevnuskrá floksins skuldi dagførast og Annika Olsen skal spæla ein serligan leiklut í hesum arbeiði, við serligum atliti at Suðurstreymoy.
Seinastu valini er flokkurin minkaður burtur í einki í høvuðsstaðnum. Tá Annika Olsen fór úr Fólkaflokkinum vísti hon á, at kós floksins var ov konservativ eftir hennara tykki, og hon føldi seg ikki longur heima í flokkinum.
Nú sigur hon, at hon misti fótafestið eina løtu, men nú hevur fingið tað aftur. Jørgen Niclasen sigur, at tey hava havt drúgvar samráðingar um hennara afturkomu, og at tey nú hava funnið stevið aftur.
Arbeiðið við at enduruppfinna Fólkaflokkin, so hann aftur gerst fólksins flokkur, sum tey bæði málbóru seg á fundinum, skal vera liðugt til komandi landsfund, soleiðis at nýggi Fólkaflokkurin er klárur til kommunuvalið í heyst.