Fólkaflokkurin sigur ikki meira fyribils

Nú formaðurin í Fólkaflokkinum hevur lagt frá sær, fer Fólkaflokkurin á floksleiðslufundi seinni í dag at viðgera álvarsligu støðuna. Men til tann fundurin hevur verið, vil flokkurin einki siga.

Í tíðindaskrivi frá Fólkaflokkinum, sigur Beinir Johannesen, formaður floksins á tingi, soleiðis:

 

»Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit eru sera hørm um, at formaður floksins hevur avgjørt at leggja frá sær.

 

Nú fara vit í felag at viðgera álvarsligu støðuna hjá flokkinum innanhýsis á floksleiðsufundi seinni í dag.

 

Til tann viðgerðin er liðug, neyðugar avgerðir tiknar og nýggjur formaður valdur, hava vit ikki fleiri viðmerkingar til støðuna.

 

 

 

Við Fólkaflokskvøðu

 

Beinir Johannesen, tingbólkaformaður«