Ósamd um at fáa kvinnur upp í málið á tingi

Hóast Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir var ein av uppskotstillarunum, so fekk hon ikki stuðul frá starvsbrøðrum sínum í Fólkaflokkinum – men formaðurin stuðlaði henni tó og atkvøddi fyri broytingini í tingskipanini.

LGBT rørslan fekk stóra umrøðu á tingi í gjár. Ikki tí hon varð nenvd beinleiðis, men óbeinleiðis av Jenisi av Rana og Steffani Klein Poulsen, sum fingu góðan stuðul frá Jørgen Niclasen, Bárði á Lakjuni og Jacob Vestergaard, tá teir løgdu formansskapin í Løgtinginum undir at hava eina dulda dagsskrá við uppskotinum, sum skal javnseta kvinnur við menn í formliga málinum á tingi.

 

Miðfloksmenninir søgdu, at dulda dagssrkáin hjá formansskapinum gekk út uppá, at fólk, sum hvørki kenna seg sum kvinnu ella mann skulu kunnu sleppa at nevna seg »tingfólk«.

 

Hóast hesir menn í hálvan triðja tíma royndu at sannføra tingið um tað »vandamikla«, sum formansskapurin var í holt við, vóru tað bara miðfloksmenninir og menninir í Fólkaflokkinum, sum atkvøddu ímóti málinum.

 

Talan var um tvey mál. Eitt lógaruppskot um broyting í stýrisskipanini og eitt uppskot um broyting í tingskipanini.

 

Tá atkvøtt var um fyrra málið vóru 26 fólk fyri og 7 ímóti. Teir, sum vóru ímóti, vóru teir fimm menninir í Fólkaflokkinum og teir báðir í Miðflokkinum.

 

Tá atkvøtt var um broytingina í tingskipanini, skifti formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen støðu og atkvøddi fyri. Nú vóru 27 atkvøður fyri og 6 ímóti.

 

Soleiðis atkvøddu tingfólk í málinum um broyting í stýrisskipanini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Soleiðis atkvøddu tingfólk í málinum um broyting í tingskipanini:

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##