Fólkaflokkurin hevur boðið til tíðindafundar í morgin í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Á fundinum, sum verður klokkan 14.00, leggur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, valskránna til løgtingsvalið fram. Framløgan verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn.
Fundurin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Fólkaflokkurin.










