Fólkaflokkurin ikki samdur um »Nei til flóttafólk«

Nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum er ikki so fegin um »nei til flóttafólk« herferðina, sum Fólkaflokkurin førdi í 2019 – Fólkaflokkurin hevur broytt støðu til flóttafólk, sigur hann

Jørgen Niclasen leggur fram valskránna hjá Fólkaflokkinum til Fólkatingsvalið í 2019, tá eitt av vallyftunum hjá Fólkaflokkinum var "NEI TIL FLÓTTAFÓLK TIL FØROYA". Sambært nýggja formanninum hevur Fólkaflokkurin nú skift støðu

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum í gjár um uppskotini í sambandi við ukrainsku flóttafólkini, sum eru komin og koma til Føroya, spurdi Hervør Pálsdóttir úr Tjóðvelid, um Fólkaflokkurin hevur skift støðu til flóttafólk.

Hon vísti á herferðina, sum Fólkaflokkurin hevði í sambandi við fólkatingsvalið í 2019, tá eitt av slagorðum Fólkafloksins var »NEI TIL FLÓTTAFÓLK«.

Men Christian Andreasen var týðuliga ikki fegin um at tosa um hesa ferðina í Løgtinginum í gjár. Hann segði, at Fólkaflokkurin hevði verið av teirri fatan, at flóttarfólk skulu hjálpast í nærumhvørvinum.

– Tann valkampanjan er ikki nakað, eg haldi, at vit skulu fara at tosum nú, segði Christian Andreasen, og hann helt fram.

– Tað vóru kanska ymiskar meiningar um hana, eisini innanfloks. Men sjálvandi, í hesi støðuni, vit eru í nú, har vit fáa eitt so ógvusligt kríggj, og har nógv fólk koma í trupulleikar, so eru vit eisini til reiðar at broyta støðu og at taka flóttafólk til Føroyar, tað sigur seg sjálv, so vit eru fult við upp á hetta uppskotið upp á allar mátar, vissaði Christian Andreasen um.

##med2##