Atkvøðuslúkurin er nú í Fólkaflokkinum

Tveir býráðslimir hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík stilla ikki upp til býráðsvalið hesaferð. Men fyrrverandi borgarstjórin hjá Sjálvstýrinum er á listanum

Sum væntað telist Jógvan Skorheim, fyrrverandi sjálvstýrismaður, fyrrverandi borgarstjóri og toppskorari á seinastu býráðsvalunum í Klaksvík á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Eftir at hann meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum eftir seinasta býráðsval og upp í Fólkaflokkin, var upplagt, at hann eisini fór at stilla upp fyri Fólkaflokkin hesaferð.

 

Fólkaflokkurin í Klaksvík hevði endaligan uppstillingarfund í gjár. Greitt er, at tær báðar kvinnurnar hjá Fólkaflokkinum í býráðnum, Gunvá við Keldu og Jóhanna Christiansen eru ikki á listanum hesaferð.

Á listanum hesaferð eru:

•    Andreas Josephsen

•    Atli Steinbjørn Justinussen

•    Eyðstein Ó. Poulsen

•    Fríðin Ziskason

•    Frímund Hansen

•    Ísak Mikladal

•    Jógvan Skorheim

•    Mona Maria úr Fugloy

•    Oddmar á Lakjuni

•    Rannvá Isaksen

•    Símun á Høvdanum

 

Teir fimm býráðslimirnir hjá Fólkaflokkinum fingu á seinasta býráðsvali tilsamans 926 persónligar atkvøður. Teir tríggir býráðslimirnir hjá Fólkaflokkinum, sum stilla uppaftur hesaferð, saman við Jógvan Skorheim, sum varð valdur fyri Sjálvstýri seinast, fingu tilsamans 960 persónligar atkøvður á seinasta býráðsvali.

Valúrslitið á seinasta býráðsvalið í Klaksvík:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##