Fólkaflokkurin hevði fingið 10 tingfólk

Veljarakanning gevur Fólkaflokkinum 9,2 prosent framgongd

Løgmaður kann ugga seg við, at afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum í hesi kanningini er eitt sindur minni enn í undanfarnum kanningum

Nýggj veljarakanning hjá Spyr.fo vísir, at Fólkaflokkurin hevði verið nógv størsti flokkur, um val var í dag. Flokkurin hevði fingið eina framgongd upp á 9,2 prosent úr 18,9, sum flokkurin fekk á valinum seinast til 28,2 prosent. Tað hevði givið flokkinum 10 tingfólk, 4 fleiri enn á valinum í 2022.

Næststørsti flokkur hevði verið Javnaðarflokkin, sum hevði havt eina stóra afturgongd upp 5,1 prosentstig. Úr 28 prosentum á valinum niður í 21,5 prosent. Tað hevði givið flokkinum 7 tingfólk, 2 færri enn flokkurin fekk á valinum í 2022. Løgmansflokkurin kann tó fegnast um, at afturgongdin nú er minni enn hon hevur verið í seinastu veljarakanningunum, tá undirtøkan hjá flokkinum hevur ligið niðri á 18 og 19 prosentum.

 

##med2##

Triðstørsti flokkur hevði verið Sambandsflokkurin, sum hevði fingið 20,4 prosent, sum er á leið tað sama sum á valinum, tá flokkurin fekk 20 prosent. Flokkurin hevði varðveitt sínar 7 tingsessir.

Næstur í røðini hevði verið Tjóðveldi, sum hevði fingið 15,9 prosent, sum er ein afturgongd upp á 1,8 prosentstig, sum merkir, at flokkurin hevði mist eitt tingfólk og hevði fingið 5 tingsessir.

Miðflokkurin hevði staðið í stað og fingið 6,5 prosent og hevði varðveitt sínar báðar tingsessir.

Framsókn hevur so mikið stóra afturgongd, 2,1 prosentstig, at hann hevði mist ein tingsess og fingið 5,4 prosent.

##med3##

Tað merkir, at samgongan hevði fallið við einum braki, tí hon hevði bara fingið 14 tingsessir, meðan andstøðan hevði fingið 19.

Sjálvstýrisflokkurin megnar heldur ikki í hesari kanningin upp um tinggáttina. Hann fær 2,3 prosent.

 

Løgmaður kann ugga seg við, at afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum í hesi kanningini er eitt sindur minni enn í undanfarnum kanningum