Handilsvinnan eftirlýsir javnari kapping, og saknar, at methøga ríkidømið eisini sæst aftur hjá teimum. Tað finst ein loysn, og hon eitur ikki Fólkaflokkurin.
Handilsvinnufelagið harmast um, at føroyski brúkarin kann innflyta fyri 300 kr. avgjaldsfrítt, tí tað er kappingaravlagandi. Skilligt.
Øll vita jú, at fortreytin fyri marknaðarbúskapi er, at øll eru líkastillað, og at ongin hevur fyrimun fram um onnur.
Tú fært snøgt sagt ikki forrætning í forrætningina, um kappingarneytarnir hava framíhjárættindi.
Fyri handilsvinnuna er opinlýst, at vinnupolitikkurin skal geva øllum aktørum javnbjóðis møguleikar, so ongin verður snýttur og ongin spekulantur verður løntur.
So far so good.
Nógv vinnulívsfólk halda seg hoyra heima í Fólkaflokkinum, og at Fólkaflokkurin virkar fyri teirra áhugamálum.
Har fara tey púra skeiv.
Fólkaflokkurin gongur á odda við einum vinnulívspolitikki, sum ikki gagnar vinnuni – hvørki á sjógvi ella á landi, til dømis hjá handilsvinnuni.
Politiska útlutanin av loyvum og rættindum í høvuðsvinnuni køvir kappingina longu í føðingini, tí nýggj og eldhugað fólk sleppa ikki at virka á einum fríum marknaði. Tey sleppa ikki at prógva sítt virði, men mugu byrja sína vinnukarrieru við at seta seg í risaskuld til aðrar aktørar, fyri at fáa hendur í einum loyvi, sum upprunaliga varð latið ókeypis sum vinagáva frá landsstýrismanninum.
Nýggir aktørar, eldhuga og skikkað vinnulívsfólk, sum kundu virðisøkt tilfeingið frá blokkfryst til fyrstafloks, hava ongan livandi kjans í kappingini – tí kappingin er djúpt unfair!
Og tí, kæru handilsfólk og onnur vinnulívsfólk, sum royna at skapa virksemi og avlop við erligari kapping - tí er ríkidømið í Føroyum í løtuni savnað á heilt, heilt fáum hondum/familjum.
Og hvat merkir so tað fyri tína vinnugrein? Fyri teg, sum kanska er handverkarameistari, frisørur ella matvøruhandilsfólk? Tað merkir, at ov lítið av ríkidøminum kemur út í samfelagið, út til tínar dagligu kundar.
Tað sæst eisini aftur í fráboðanini frá Handilsvinnufelagnum, sum staðfestir, at “Hóast tað er búskaparlig framgongd, so sæst eingin serligur vøkstur í handilsvinnuni. Innflutningurin í vinnuni stendur stórt sæð í stað”. Sigur hetta ikki alt?
Meðan vit hava verið gávað við søguliga stórum ríkidømi, bæði í uppisjóvarvinnuni (makrelævintýrini) og í alivinnuni (methøgur prísur), so kemur alt ov lítið í umfar í samfelagnum, og tað er orsøkin til væntandi vøkstur í handilsvinnuni.
Tí halt nú fast: Samlaði vinnuligi vøksturin var 2,3 milliardir frá 2008 til 2014. Flott! Men kundarnir, sum keypa vørur og tænastur frá vinnuni, og sum rinda skatt og avgjøld til vælferðina, fingu bara 400 mió. kr. av hesum ovurhondsstóra virði. 83% fóru sostatt til ovurríkar kapitalánarar, meðan 17% fór til løntakaran (primeru kundarnar í vinnuni) – hetta í søguliga góðum tíðum.
Tí kann handilsvinnan saktans klaga um ov vantandi umsetning.
Tí kann Landssjúkrahúsið klaga um trong kor.
Tí kann Landsverk klaga um væntandi viðlíkahald av samferðslukervinum.
Tí kunnu suðringar klaga um túratalið.
Tí liva omanfyri 5000 fólk í fátækraváða, harav 600 løgdust afturat bara í fjør.
Tí kann Búskaparráðið klaga um serstakliga vánaligt haldføri í føroyska búskapinum.
Teir nógvu pengarnir koma ikki í nóg stóran mun í umfar í samfelagnum!
Og tí, kæri veljari.
Kæru vinnulívsfólk.
Nýtið gylta høvið hin 1. september at velja rætt.
Vel Fólkaflokkin frá.
Vel Javnaðarflokkin til.