Samgonguflokkarnir hava aftur mist meirilutan, og Fólkaflokkurin er fullmannaður aftur.
Joen Magnus Rasmussen er næsti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum, og nú Annika Olsen hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum, tekur hann sæti í hennara stað.
Hetta er triðju ferð síðani løgtingsvalið 1. september, at løgtingskvinnur melda seg úr sínum flokki.
1. september: Løgtingsval
9. september: Annika Olsen boðar frá, at hon tekur seg úr Fólkaflokkinum
15. september: Sonja Jógvansdóttir boðar frá, at hon meldar seg úr Javnaðarflokkinum
17. september: Annika Olsen boðar frá, at hon er partur av Framsókn
20. september: Annika Olsen boðar frá, at hon hevur meldað seg úr Framsókn og farin í farloyvi úr løgtingum
Sum støðan er nú, hava samgonguflokkarnir hjá Aksel V. Johannesen mist meirilutan. Teir mugu nú líta á Sonju Jógvansdóttir.
Fólkaflokkurin er aftur fullmannaður, nú Joen Magnus Rasmussen á næsta tingfundi tekur sæti fyri Fólkaflokkin.