Jógvan Joensen fer at syngja ein kendan sang í kvøld. Seinasta fríggjakvøld kom hann í »farezoenen«, tí fólk ikki kendu sangin, heldur hann.
– Danir eru so hamrandi kommersiellir, at teir atkvøða ikki fyri slíkum, sum eg framførdi seinast. Tí má eg nú velja ein kendan sang, sum tey hava hoyrt fyrr, sigur Jógvan Joensen.
Tá hyggjaraatkvøðurnar vórðu taldar saman seinsta fríggjakvøld, kom hann í »farezonen«. Hann kom tó víðari, tí at Line Refn, dómarin, valdi hann fram um Nannu, sum eisini endaði í »farezonen«.
Við at trýsta á pílin niðanfyri ber til at hoyra samrøðu, sum Sára Jógvansdóttir gjørdi til Rás2 í morgun.
Jógvan letur heilsa, at tað ber ikki so væl til at atkvøða við appini úr Føroyum. Hann heitir tí á øll, sum vilja stuðla sær, um at senda ein sms við boðunum »jog« til 1212, tá hann hevur framført í kvøld.











