Fólk úr 20 londum hava bøtt um føroysku náttúruna

Tað kom nógv burtur úr upp á tveir dagar

Fyri aðru ferð í ár hava Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur havt átakið “Closed For maintenance.” Hesaferð vóru 53 sjálvboðin frá 20 ymiskum londum við men tað vóru eisini einir 50 føroyingar við

 

Talan var um níggju ymiskar verkætlanir kring landið, tí tey vóru í Funning, á Hellunum, í Klaksvík, í Tjørnuvík, í Miðvági, í Hesti, í Nólsoy, í Skúgvoy og í Trongisvági.

 

##med2##

 

Flesta staðni snúðu tað seg um at umvæla og merkja gonguleiðir úti í haganum, upp. Men tey hava eisini arbeitt við at støð við góðum útsýni, tryggari, umframt at tey hava endurreist varðar á bygdagøtunum og settt skelti upp, sum vísa ferðafólk á røttu leið.

 

Og á Visit Faroe Islands siga tey, at tað er komið nógv burtur úr hesar báðar dagarnar. Hetta er eitt lið í arbeiðnum at skipa ferðavinnuna í Føroyum enn betri.

 

– Smáar viðbøtur úti í náttúruni kunnu gera stóran mun, siga tey.

 

##med3##

 

Á myndunum eru sjálvboðin farin til arbeiðis á gomlu varðagøtuni ímillum Hellunurnar og Fuglafjørð. Gøtan bleiv ruddað og ábøtur vórðu gjørdar á henni. Myndirnar tók Lorenz Weisse