Fólk rikin úr SMS

Fyri løtu síðani vórðu øll fólk rikin úr miðstøðini aftaná at alarmurin fór frá.

Talan gjørdist um eina heldur óvanliga innkeypstúr hjá teimum, ið vóru til handils í SMS um hálvgum fimm tíðina í dag. 


Ein kortslutningur í eini talvu hjá handilsmiðstøðini gjørdi nevniliga, at alarmurin fór frá.


Í tílíkum førum krevja trygdarmannagongdirnar, at fólk verða rikin úr bygninginum alt fyri eitt, inntil keldan til alarmin verður funnin. 


Nú feilurin er funnin, sleppa fólk inn aftur í bygningin.