Seinastu vikuna hevur Vága kommuna, í samstarv við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið, skipað fyri møguleikanum at lata seg pota í Vágum. Átakið hevur eydnast serstakliga væl, tí í miðal hava umleið 400 fólk latið seg pota 3 ferðir um vikuna.
Endamálið hjá kommununum í Vágum við at fara undir hetta átak var at lætta um hjá borgarum í oynni at sleppa framat at verða potað.
– Hetta er eydnast, og okkara borgarar hava verið fegnir um átakið, siga tey úr Vága kommunu.
– Men tað er ein sannroynd, at stórur partur av teimum, ið hava latið seg pota seinastu vikuna í Vágum, koma aðrastaðni frá í landinum, enn úr Vágum, meira enn 3. hvør, sigur kommunan.
Tað eru Vága kommuna og Sørvágs kommuna, sum sjálvar standa við fíggjarligu ábyrgdini av potistøðini í Vágum - tað vil siga skattgjaldarar í Vágum gjalda fyri, at tey sleppa undan at fara til Havnar ella Klaksvíkar, og tí er potistøðin ognað teimum.
– Heitt verður tí á avoyggjafólk um vinarliga at leita sær til eina potistøð hjá landsmyndugleikunum ella at heita á sína kommunu um at taka lut í útreiðslunum, ið Sørvágs og Vága kommunur hava av kommunalu potistøðini, og tey skulu vera meira enn vælkomin vestur, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Potað verður aftur leygardagin, bíleggingarskipanin letur upp fríggjamorgunin.