Fólk hita upp til Kim Larsen

Um lítlan hálvan tíma fer dagsins høvuðsnavn á pall á Vágsbøi. Nógv fólk eru longu komið oman á festivalin.

Veðrið er avbera gott. Tað hevur verið turt so at siga alt kvøld, og tað er ordiliga lýtt í veðrinum. Sambært veðurforsøgnunum verður tað turt heilt fram til midnátt, har tað fer at sirma nakað.

 

Fleiri konsertir hava longu verið í kvøld. Serliga áhugaverdar at nevna eru Annika Hoydal og Hanus G. Johansen, sum á hvør sín hátt kunnu roknast sum varðar í føroyskari tónleikasøgu.

 

Nógv fólk er savnað saman á festivaløkinum. Frá Tele tjaldinum við síðuna av fótbóltsvøllinum og heilt til Vágsbø er fult av fólki, og hýrurin er góður. Uttan iva er veðrið ein av orsøkunum, at stemningurin er so góður.

 

Kim Larsen trínur á pall um lítlan hálvan tíma. Tá kunnu fólk syngja við til allar landaplágurnar, sum hava verið spældar í Útvarpinum tey síðstu nógvu árini. Longu fyri einum tíma síðani byrjaðu fólk at savnast framman fyri Stóra pall á Vágsbøi fyri at tryggja sær gott pláss til dagsins høvuðsnavn.