Nú er sjøtul settur á arbeiðið at gera viðarlund, ella náttúrlund, við Streymin.
Tað var nakað síðani, at ætlanin at skipa eina náttúrlund í Sundalagnum, kom í ljósmála og trøð eru gróðursett.
Men tíðliga í vár setti ALS seg í samband við ein av íbirtarunum, Edmund Joensen, at vita, um samstarv kundi fáast í lag millum stovnin og verkætlanina og tað var beinanvegin áhugi fyri tí, sigur ALS í morgun.
- ALS heldur, at hetta samstarv kann verða til gagns fyri báðar partar. Fólk frá ALS kunnu útvega sær førleikar, tey ikki hava frammanundan, umframt at Náttúrulundin fær arbeiðsmegi, sum ikki er í kapping við arbeiðsmarknaðin.
Edmund Joensen og Tróndur Leivsson, leiðari fyri Skógrøkt Landsins, hava lagt eina ætlan fyri Náttúrulundina, sum fevnir um eitt øki báðu megin brúnna við Streymin.
- Arbeiðsfólk hava nú grivið veitir og eru farin at gera girða økið inni. Eisini eru gróðursettu trøini innigird og vard fyri seyði.
- Støðugi vindurin, sterki streymurin í Sundalagnum og stóri munurin á flóð og fjøru, hava skapað eitt heilt serstakt umhvørvi hjá vøkstri og eitt sera ríkt djóralív, siga tey í ALS
Hetta er ein verkætlan í fýra stigum, sum tilsamans eru einar 130.00 fermetrar, og tað verður alt gjørt so við og við.
Ætlanin er, at eini 70.000 trø og runnar skulu plantast, umframt at tjaldingarpláss og brýr skulu gerast at fara á seiðaberg á.
Tíggju milliónir krónur eru játtaðar til viðarlundina, og tær eru fingnar til vega frá grunninum Aage V. Jensen Charity Foundation.