Tá EB/Streymur og Peter Foldgast valdu at steðga samstarvinum, stóð danska FC Nordsjælland klárt við einum sáttmála, tá hesin kom aftur til Danmarkar.
Tá Peter Foldgast fór úr Føroyum, hevði hann trupulleikar við knæðnum, men hetta er komið upp á pláss, og sambært donsku heimasíðuni bold.dk, so hevur Foldgast roynst væl í heyst.
Foldgast er eftir øllum at døma eisini glaður fyri FC Vestsælland, sum spælir í triðbestu donsku deildini. Í løtuni eru teir oddalið og liggja til uppflyting, og málsetningurin er eisini at flyta upp.
- Eg vil fegin vera partur av hesi verkætlan, so tí havi eg gjørt greitt frá byrjan, at eg gjarna vil halda áfram her, sigur Foldgast millum annað við bold.dk.
Sáttmálin er galdandi til summari 2011. Til ta tíð skal Foldgast ikki einans royna seg sum leikari, men skal eisini syrgja fyri, at liðið fær nakrar fíggjarligar stuðlar.
- So eg eri í felagnum fulla tíð, sigur Foldgast, sum hevur roynt seg í millum annað Brøndby, Rot-Weiss Essen, AGF, EB/Streymi og nú eisini FC Vestsjælland.










