Klokkan 13.37 í dag verður fyrsta bríksl á Anfield Road, har Liverpool fær vitjan av Manchester City í uppger, sum kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, hvør skal vinna meistaraheitið.
At toppuppgerðin í Onglandi hevur stóran áhuga heima á landi sæst aftur í, at í trimum av teimum fýra dystunum í Effo-deildini verður fyrsta bríkslið klokkan 16.00. Tað er bara í oyggjauppgerðini í Fuglafirði, har toppliðið NSÍ fer at vitja, at tað verður lagt fyri klokkan 15.00.
Í morgun eru frekir ælingar, og sólin skínur í løtum. Seinnapartin verður sagt frá 5-6 metrum um sekundi av útnyrðingi og norði. Hitin verður 5-6 stig, og tað verður millum lítið og einki avfall.
Í dag
ÍF-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
Víkingur-B68: Eiler Rasmussen kl. 16.00
EB/Streymur-KÍ: Dagfinn Forná kl. 16.00
AB-Skála: Rói Jacobsen kl. 16.00
Fríggjadagin
B36-HB 1-1 (0-1)
0-1: Christian R. Mouritsen 31.
1-1: Jákup á Borg 90.+1.
Støðan undan 4. umfari (B36 og HB hava spælt 4 dystir)
NSÍ 9
HB 8
B36 8
KÍ 6
EB/Streymur 5
ÍF 3
AB 3
Víkingur 1
B68 1
Skála 0