Fogh ukrainskur ráðgevi

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, verður nú ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Petro Porosjenko

Anders Fogh Rasmussen, sum var danskur forsætisráðharri frá 2001 til 2009, skal hjálpa ukrainska forsetanum, uttan tó at vera í føstum starvi.

Heldur ikki verður hann partur av starvsfólkahópinum hjá Petro Porosjenko, veit danska Ritzau-tíðindastovan at siga frá ukrainsku avísini Kyiv Post.

Nú fyrrverandi NATO-aðalskrivarin gjørdi dúgliga vart við seg, tá kreppan millum Ukraina og Russland brast á, og vesturlendska verjusamgongan royndi at hjálpa ukrainum.

NATO fordømir russisku innrásina á Krim-hálvoynni og stuðulin, Moskva gevur russisktvinarligu loysingarmonnunum, ið hava stríðst við ukrainskar trygdardeildir.