Fogh stuðlar olympiskari viðurkenning

Anders Fogh Rasmussen er sinnaður at stuðla føroysku royndini at fáa viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini. Málið varð tikið upp á fundinum millum løgmann og danska forsætisráðharran mánadagin, og Fogh fer væntandi at geva sítt viðmæli

Løgmaður Anfinn Kallsberg valdi at taka málið um royndirnar hjá Ítróttarsambandi Føroya at vinna altjóða viðurkenning frá olympisku nevndini til viðgerðar, tá danski forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, var á vitjan. Hann vísti vælvild, og teir báðir hava avtalað at taka málið uppaftur.
? Forsætisráðharrin var sera hugaður at stuðla føroysku royndunum, og avtalaðu Annfinn Kalsberg og Anders Fogh Rasmussen at samskifta skrivliga um málið í næstum, sigur ÍSF í einum tíðindaskrivi.
ÍSF er av álvara farið at brynja seg út, nú ítróttarsambandið hevur sett sær tað mál at fáa viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini, IOC. Málið er at fáa umsóknina fyri nevndina á vári í 2003.
Seinni í ár verður fundur millum tey norðurlendsku ítróttarsambondini, og tá fer ÍSF at leggja hetta málið fyri luttakararnar. Væntandi fara øll tey norðurlendsku sambondini at taka undir við og stuðla føroyska ynskinum. Danska ítróttarsambandið hevur longu boðað frá sínum stuðli.

Umráðandi við viðmælum
ÍSF ásannar, at tað er neyðugt við nógvum viðmælum frá politiskum leiðarum og øðrum ítróttarsambondum. Føroyska ynskið verður lagt fyri eina nevnd undir IOC, ið tekur støðu til, um lond og oyggjabólkar, ið søkja, skulu fáa limaskap. Tá er neyðugt at sannføra hesa nevndina um, at ÍSF er ein felagsskapur, ið lýkur øll krøv, ið IOC setir sínum limum.
Tí heitti ÍSF á løgmann, ið er verji hjá ítróttarsambandinum, um at taka málið upp við Anders Fogh Rasmussen. Løgmaður játtaði hesum, hóast skráin á fundinum var sera tøtt.
ÍSF ætlar at fáa viðurkenning frá hægsta politiska myndugleika í ríkinum. Hetta hevði styrkt umsóknina hjá ítróttarsambandinum.
? Hetta er bæði við til at geva umsóknini ans, men eisini til at tryggja okkum, at ríkisrættarliga støðan ikki verður nøkur forðing fyri olympiskari viðurkenning, sigur ÍSF.
Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, er sera fegin um, at løgmaður vildi taka málið upp á fundinum. Hann metir, at eitt viðmæli frá einum statsleiðara vigar ógvuliga tungt og gevur okkum betri møguleikar at fáa viðurkenning.
? Støða Føroya í ríkinum ger, at ÍSF eftir olympisku reglunum má vísa á, at Føroyar eru eitt land, hóast Føroyar eru í einum samveldi við Danmark. Tí er tað sera umráðandi at kunna vísa á, at bæði løgmaður og forsætisráðharrin eru samdir um okkara støðu sum land í ríkinum, og at tað tænir bæði donskum og føroyskum áhugamálum at ÍSF fær hesa viðurkenning.
Fremsta málið hjá ÍSF er ikki at føroysk ítróttarfólk sleppa við til leikirnar, ið eru fjórða hvørt ár. Hinvegin sleppa føroysk ítróttarfólk við til kappingar fyri smærri limalond. Harumframt fær føroyskur ítróttur peningaligan stuðul ígjøgnum stuðulsskipanina hjá IOC.
Við einum viðmæli frá Anders Fogh Rasmussen er ÍSF komið eitt fet nærri viðurkenningini.