Leingi hevur ljóðað, at Anders Fogh Rasmussen hevði góðar møguleikar at gerast tann fyrsti ES-forsetin, men nú ljóðar, at hetta er bara eitt av fleiri áhugaverdum størvum, sum hann kann fáa uttan fyri Danmark.
Næsta ár skal NATO hava nýggjan aðalskrivara, og sambært keldum hjá Børsen hevur danski forsætisráðharrin líka góðar møguleikar sum nakar annar at fáa tað embætið. Ja, keldur í Bruxelles siga fyri blaðnum, at Anders Fogh Rasmussen er tann, sum hevur teir bestu møguleikarnar á NATO-høvuðsborgini.
Eitt annað áhugavert starv uttan fyri Danmarker starvið sum formaður í ES-nevndini. Tað skal setast næsta ár. Um somu tíð skal Evropeiski Miðbankin hava nýggjan formann, og verður nýggja ES-lógin samtykt og sett í gildi, skal samveldið ein ráðsformann og ein uttanríkispolitiskan samskipara.
Keldurnar hjá Børsen vil vera við, at Anders Fogh Rasmussen verður hildin at vera egnaður til øll størvini. Sjálvur hevur hann einki sagt. Heldur ikki, nær hann ætlar sær frá, sjálvt um eftirmaðurin Lars Løkke Rasmussen er fluttur upp á næstovasta trin at bíða.