Evropa hevur sjávlt skyldina í migrant- og flóttafólkafylgnuni. Tað heldur fyrrverandi forsætisráðharrin í Danmark, Andres Fogh Rasmussen.
Sjónarmiðið ber hann fram á sjey ára degnum fyri avgerðina hjá Fólkatinginum í 2011 um at senda donsk F-16 flogfor á odda í luftkrígnum ímóti táverandi leiðaranum í Libya, Muammar Gadaffi.
– Libya er í dag lopfjøl fyri ólógliga immiratión til Evropa, herundir eisini yvirgangi. Eg hevði væntað, at altjóða samfelagið tá fór at standa tilreiðar at hjálpa nýggju valdshavarunum.
– Tað var ein greiður feilur, at tað ikki var gjørt við friðarvarðveitandi herliðum, og í dag gjalda vit prísin fyri tað. Tað hevur Evropa sum granni eina serliga ábyrgd fyri, sigur Fogh við Politiken.
/ritzau/










