POLITIKKUR
<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>Tað verður ikki hvør sum helst, sum kemur á vitjan í Leynum mánamorgunin. Tá verður tann árligi ríkisfundurin millum ovastarnar fyri tey trý londini í ríkisfelagsskapinum, Jóannes Eidesgaard, Hans Enoksen og Anders Fogh Rasmussen. Fundurin verður hildin í einum sethúsum í Leynum
Fundurin plagar at vera stuttur, og fleiri yvirordnað mál verða vanliga umrødd. Fundurin er ein sokallaður óformellur fundur. Tað er sostatt eingin skrá fyri fundin. Tað er upp til teir tríggjar luttakararnar sjálvar at gera av, hvat teir hava hug at tosa um. Vanliga plagar kunning at vera mest nýtta orðið, tá greitt verður frá um innihaldið á fundinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skrá
Skráin fyri vitjanina er hendan:
Sunnumorgunin kl. 10 koma gestirnir til landið. Á flogvøllinum tekur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, ímóti landstingsformanninum, Hans Enoksen, og forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, við fylgi.
Av flogvøllinum gongur leiðin til Sørvágs og haðani ein túr við bátinum Froyi. Millum annað verður siglt framvið Vestmannabjørgunum. Ferðin við báti endar í Saksun, og seint seinnapartin verður koyrt aftur til Havnar.
Sjálvur ríkisfundurin verður í Leynum mánadagin.
Hóast lagið óivað verður gott, so verður neyvan fult á Leynasandi. Men so langt eyga røkkur verða eisini embætisfólk í Leynum um hetta mundið. Tey hava boðað frá fundi á hægsta embætismannastigi.
- Hetta er ein afturvendandi fundur. Vit plaga at kunna hvønn annan um ymisk viðurskifti í teimum trimum londunum, sigur Sigmund Isfeldt, føroyskur embætismaður.
Fundurin hjá embætisfólkunum er eisini óformellur.
Seinni í mánaðinum kemur Føroya nevndin hjá danska Fólkatinginum á vitjan.