Leygardagin 14. februar er almennur føroyskur dansur í Føroyahúsinum. Dyrnar opna kl.19.00, har byrjað verður við hugna og sangi. Uml. Kl. 20:30 verður farið upp á gólv, og dansað verður til kl.01.00, ella so leingi fólki lystir.
Sum vanligt koma kvæðaskiparar úr Føroyum niður at skipa til dansin saman við limum hjá Fótatraðk. Kvæðini verða løtt, stutt og kend, men eisini verða onkur longri og minni kend kvæðir.
Øll eru vælkomin til at skipa eitt kvæði ella eina vísu, og gestir, sum hava kvæðuynskir, eru vælkomin at spyrja seg fyri hjá skipararnum.