Seinastu tíðina hevur leibannið hjá Luis Suarez fylt nógv í altjóða miðlunum, men nú tykist eitt eygnarívandi leikbann vera komið undan kavi í føroyskum fótbólti - nærri nágreiniliga í 1. deild hjá kvinnum.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur júst hevur givið venjaranum hjá EBS/Skála, ársins venjara í fjør, Poul G. Olsen, níggju dystir leikbann.
Tað var eftir 1-1-javnleikin ímillum kvinnuliðini hjá HB og EBS/Skála í Gundadali hin 12. juni, at hendingin fór fram, sum hevur elvt til hetta drúgva leikbannið.
Poul G. Olsen bleiv burturvístur frá dystinum og endaði seinni í hornatøkum við dómaran, sum hevur latið kappingarnevndini frágreiðing um hendingina, og sum síðani hevur kastað hetta drúgva leikbannið av sær.
EBS/Skála er í løtuni á einum deildum 2. plássi saman við HB við 21 stigum, 11 stig aftanfyri KÍ á fremsta plássi. HB og KÍ hava tó leikt ein dyst fleiri enn EBS/Skála, sum hevur níggju dystir eftir av kappingarárinum.










