Føroyskur leikari á pall í Valby

Durita Dahl Andreassen er millum sjónleikararnar, sum í hesum døgum framførir leikin “Portrætter” í Teater V í Valby.

Durita Dahl Andreassen er millum sjónleikararnar, sum í hesum døgum framførir leikin “Portrætter” í Teater V í Valby.

Durita er ein av 9 sjónleikalesandi, ið verða liðug í summar á sjónleikaraútbúgvingini við Sjónleikarhúsið í Aarhus. Í hesum døgum framføra tey leikin “Portrætter”, ið er nýskrivaður leikur, skrivaður til Teirra.

Simone Isabel Nørgaard, ið er nýútbúgvin á dramatikaraútbúgvingini í Aarhus hevur skrivað leikin yvir 9 vikur, har hon samstarvaði tætt við leikstjóran Finn Hesselager og pallsmiðin Poul Jepsen hevur skapt orð, rørslur og karmar um framførlsuna hjá leikarunum.

Hetta er ein møguleiki at uppliva nakrar av komandi stjørnunum í donskum sjónleiki, og altso eisini eina komandi føroyska stjørnu.

Durita hevur spælt fleiri leikir í Føroyum bæði í Sjónleikarhúsinum og á Tjóðpallinum, og hevur eisini í fleiri ár verið partur av ólavsøkukaberettini.

Útisetar og føroyingar staddir í Danmark hava møguleika at síggja leikin fram til 18. januar.

Meira kann lesast um leikin her, umframt at til ber at síggja, nær hann verður leiktur og at keypa atgongumerki.