BanNordik hevur nú sagt eina rúgvu av fólki upp á deildum sínum í Danmark. Bankin sigur, at hópuppsagnirnar eru fyri at styrkja kappingarførið.
Í hesum sambandi eru 20 søgd úr starvi í Danmark, og harafturat eru fimm onnur størv ikki sett aftur eftir at fólk eru farin úr teimum.
Janus Petersen, stjóri, sigur, at endamálið er at styrkja kappingarførið og lønsemið hjá bankanum.
- Bankavirksemið veksur, men samstundis er kappingin um viðskiftafólkini herd munandi, sigur Hann.
Hann sigur, at bankin hevur gjørt fráfaringaravtalur starvsfólkini, sum eru døgd upp, Við tað, at starvsfólkahópurin minkar 25 fulltíðarstørv, sparir bankin viðførir einar 17 milliónir krónur um árið.
Annars eru vónirnar fyri bankan enn tær somu, so tey vænta framvegis, at fáa einar 200 - 240 milliónir krónur í avlopi áðrenn niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt.