Í einstaklingakappingini hjá monnum í Golf vóru 76 íðkarar. Teir fýra føroysku íðkararnir endaðu soleiðis :
55. Ragnar Isaksen
56. Bo Knudsen
60. Janus Norðberg
61. Oskar Eirikson
Tom Harris frá Isle of Man vann kappingina.
Í liðkappingini endaðu Føroyar nummar 17 av 20 liðum. Mett í mun til vána umstøðurnar á Glyvursnesi, og fantastisku umstøðurnar hjá flestu av hinum oyggjunum er talan um eitt heiðurligt úrslit. Bara á Jersey eru fleiri golfvallir. Isle of Man vann eisini liðkappingina.
Í einstaklingakappingini hjá kvinnum gjørdist Finnbjørg Sólbjørg Clark nummar 18 av 35 luttakarum, sum er eitt ógvuliga gott úrslit í føroyskum høpi. Aimee Ponte av Guernsey vann kappingina.
Av tí, at Føroyar bert høvdu ein kvinnuligan íðkara í golf var ikki møguleiki fyri nakrari liðkapping á kvinnusíðuni. Jersey vann liðkappingina hjá kvinnum.