Mánadagin, 10. mars hittust 16 granskarar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi á Havstovuni fyri at umrøða felags gransking.
Í sambandi við at danska stjórnin hevur játtað 10 mió kr til føroyskt, grønlendskt og danskt granskingarsamstarv, sum Havstovan umsitir, varð fundur hildin á Havstovuni 10. mars. Granskingarsamstarvið hevur heitið ”Klimatiskar og havfrøðiligar broytingar í havøkinum millum Grønland og Føroyar og ávirkan á plankton og fisk”.
Granskingin byrjaði í 2013 og skal vara til 2016. Fimm einstakar verkætlanir eru settar í verk:
· Ein verkætlan kannar, hvat stýrir tí ójavna gróðrinum á føroyska landgrunninum
· Ein verkætlan kannar djóraæti norðan fyri Føroyar. Hetta er føðin hjá stóru nøgdunum av uppsjóvarfiski um summarið.
· Tvær verkætlanir eru um útbreiðslu og lívfrøði hjá makreli í havøkinum frá Føroyum og vestur ímóti Grønlandi.
· Ein verkætlan er um havfrøðiligar broytingar og ávirkanir á uppsjóvarfisk.
Verkætlanirnar eru ætlaðar at stuðla uppundir hvørja aðra, við tí endamáli at økja um samlaðu fatanina av broytingunum í hesum stóra havøkinum, skrivar Havstovan á heimasíðuni hav.fo.









