Føroyskt blóð á íslendska U17-landsliðnum

Á U17-kvinnuhondbóltslandsliðnum hjá Íslandi er ein leikari við føroyskum familjusambondum.

Talan er um 16 ára gomlu Andreu Jacobsen, ið hevur verið ein av heilt góðu leikarunum á íslendska liðnum higartil í kappingini. Hon hevur skotið níggju mál higartil í EM-undankappingini, sum verður leikt í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið. M.a. skoraði hon seks mál ímóti Føroyum fríggjakvøldið. Til dagliga spælir hon við íslendska felagnum Fjølnir.

 

Andrea hevur føroysk ættarbond. Eini abbi hennara er føroyskur, og eitur hann Óli Jacobsen. Andrea hevur búð í Íslandi alt sítt lív, men kortini skilir hon føroyskt. Hon tosar tó ikki málið.

 

Higartil hevur Ísland havt eina misjavna kapping, har tær hava tapt báðar sínar dystir ímóti ávíkavist Føroyum og Russlandi

- Vit eru vónbrotnar av, at vit taptu báðar dystirnar, men vit kunnu taka royndirnar, sum vit hava fingið í hesari kappingini, við í aðrar kappingar. Tað er tað positiva, sum vit kunnu taka til okkum, sigur Andrea Jacobsen við in.fo

 

Spurd um hon hevði ynskt at spælt við føroyska landsliðnum, tá ið tær høvdu møguleikan at spæla seg víðari undan dystinum ímóti Kekkia, var svarið soljóðandi:

 

- Kanska eitt sindur beint nú. Men eg havi eitt íslendskt hjartað, so eg hugsi ikki um tað. Eg eri íslendsk, sigur Andrea at enda.