Føroyskir skótar á heimsjamboree í Suðurkorea

Heitar heilsanir úr Suðurkorea

 

Í hesum døgum er eitt ferðalag við 54 føroyskum skótum, leiðarum og hjálparfólkum á heimsjamboree í Suðurkorea.

 

Tað verður nógv skrivað í útlendskum miðlum um Heimsjamboreeina í Suður Korea í løtuni, og fokus er serliga á hitabylgjuna, og at Bretland og USA hava valt at senda sínar skótar heim.

 

Men tær upplivingarnar, ið vit lesa um í eitt nú BBC, eru ikki tær somu sum vit hava.

 

Føroyski hópurin hevur havt nakrir sera góðir dagar á jamboreeini, hóast ógvusliga hitan. Tað skal tó sigast, at tá legan byrjaði, tá var nógv, sum ikki var so væl fyriskipað, sum vit eru von við. Men vit síggja allatíðina stórar batar, sum ger upplivilsið nógv betri.

 

Vit hava verið sera væl fyrireikaði upp á at tað verður heitt, so skótarnir hava lært at tey mugu drekka sera nógv, vera í skugga, brúka sólkrem og at eta til allar máltíðir. 

 

##med2##

Allir okkara skótar hava bæði hatt og paraply, umframt ein 1L drekkidunk, ið tey altíð hava við sær, og tað hevur verið sera gott ímóti hitanum, sum í gjár var 38 hitastig. Tað hevur loyst seg at fyrireika skótarnar væl til tað, tí mótsatt bretsku skótunum, so er eingin føroyskur skóti, ið hevur fingið hitaslag.

 

Tvørturímóti, so eru skótarnir í sera góðum lag. Tey tosa við og býta um skótamerkir við øðrum ungum úr øllum heiminum, og tað er ein heilt serlig og kensla, at nærum allur heimurin er samlaður á somu legu.

 

Dagarnir ganga við alskyns spennandi aktivitetum, har tey millum annað hava dansað koreanskar dansir, verið í rennistrongi, spælt spøl og gjørt sítt egna shampoo. Tað er sera gott lag ímillum føroysku skótarnar, og tey eru sera røsk at koma í prát við aðrar skótar og fortelja um Føroyar. Í morgin er mentanardagur, har øll skótalið vísa ein part av síni mentan fram. Okkara skótar fara at dansa føroyskan dans og læra onnur at bregda.

 

##med3##

Vit eru í ferðalag við donsku skótunum, og ovasta leiðslan er í sambandi við hini norðanlondini dagliga, í mun til hvørjar avgerðir skulu takast. Norðurlond meta, at her er trygt at vera, og norðurlendingar hava dugað væl at vart seg fyri hitanum. 

 

Vit hava eisini bæði dugnaligar læknar og sjúkrasystrar við í ferðalagnum, og tá onkur fær keðiligar bløðrur, ella insektbitini gerast ov ógvuslig, so kunnu vit fara á leguklinikkina at fáa hjálp. Her er eisini eitt veruligt leguhospital, um so er at fólk gerast sjúk, men tað hava vit tíbetur ikki havt tørv á.

 

Hettar eru dagar fullir av góðum løtum og fittum fólkur. Vinarløg verða knýtt tvørturum øll landamørk og samanhaldið er framúr gott í føroyska hópinum.

 

Vit vilja øll senda tykkum heitar, sveittandi heilsanir úr SaeManGeum í Suður Korea.

 

Tit kunnu fylgja okkara ferðí myndum her: 

 

instagram.com/wsj.2023tinganes=

Heilsan føroysku skótarnir á Heimsjamboree