Føroyskir næmingar til Grikkalands at hjálpa

Skúlanæmingar úr Runavík eru á veg til Grikkalands at hjálpa einum skúlaflokki at standa seg væl í altjóða kapping

Í dag fara nakrir skúlanæmingar frá Skúlanum við Løkin í Runavík, av landinum við kós ímóti Grikkalandi.

 

Har skulu teir leggja næmingum í einum grikskum skúlaflokki lag á, hvussu tey skulu beta seg at fyri at standa seg væl í altjóða kappingini First Lego League.

 

Tað eru grikkar, ið hava heitt á bólkin, “Lego Vinir” í Skúlanum við Løkin um at koma til Grikkalands fyri at læra frá sær, hvussu frægast er at byggja lego og fáa eitt tólmenni at loysa ymsar uppgávur.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Dan Lamhauge, lærara, greiða frá á Rás2, hvussu hetta kom í lag – og hví.