Føroyskir fiskimenn í 36 kuldastigum

- Kuldaprognosurnar vísa, at fyri Sisimiut-økið kann kuldin koma niður móti 36 stigum um náttina, sigur føroyskur fiskimaður í Grønlandi.

- Fyri nøkrum døgum síðan var nakað av sunnanaldu. Ískortini vístu, at møguleikar vóru at sleppa til fiskileiðirnar vesturi í kantinum - og so varð. 

 

Tað skrivar Linjohn Christiansen úr Skálavík á sínari facebook-síðu tíðliga í morgun. Hann siglir við grønlendskum rækjuskipi og hevur eisini í morgun lagt viðheftu mynd út á netið.

 

Hann vísir á, at í lýsingini var knallhart frost og alt havið gjørdist til eina ísfløtu.

 

- Kuldin kom eisini niður á minus 29 stig. Tá slíkt hendir, er ikki óvanligt, at skipini velja at sigla í konvoy, út aftur úr ísinum.

 

Linjohn Christiansen sigur, at kuldaprognosurnar næstu tríggjar dagarnar vísa, at fyri Sisimiut-økið kann roknast við, at kuldin kemur niður móti 36 stigum um náttina og 32 stigum um dagin.

 

- Fleiri siga seg ikki minnast so nógvan kulda á fiskileiðum, sum verið hevur hesa ársbyrjan, sigur skálvíkingurin, sum í mong ár hevur siglt og fiskað í Grønlandi.

 

Ein av vinunum hjá Linjohn á netinum leggur aftrat, at hann mangan hevur hugsað um, hvaðani ísurin í veruleikanum kemur, tá hann eftir ongari tíð breiðir seg 10 ella kanska 100 tals fjórðingar.

 

- Tí, hóast tað er kalt, so er ikki altíð talan um nýggjan ís. Tað eru ógvusligar kreftir, ið trýsta á onkustaðni, leggur hesin aftrat.