Føroyski tjóðbúnin í søguligum og nútíðarligum høpi

Í annaðkvøld 26. apríl klokkan 19 fer Noomi í Dali at halda fyrilestur undir heitinum »Føroyski tjóðbúnin – ein livandi mentan«.

 

Fyrilesturin tekur støði í søguligum keldum, har sagt verður frá og víst við myndum, hvussu føroyski búnin hevur verið, í mun til tað, hann er í dag.

Samanborið verður við hvussu tjóðbúnar aðra staðni síggja út, og verða nýttir.

Víst verður á hvussu føroyski tjóðbúnin nú á døgum er broytiligur, samstundis sum tað gamla verður varðveitt. 

Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, tó er neyðugt  at melda til á hsf@husarhaldsskulin.fo  áðrenn kl. 16.00 mikudagin.

 

##med2##