Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu seinnapartin dyst á útivølli móti Middelfart í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Eftir 13 minuttirs spæl legði Middelfart seg á odda. Beint undan hálva tímanum javnaði Martin til 1-1 úr stuttari fjarstøðu í brotsteiginum. Kasper Andersen fann Martin við einari góðari sending, og Martin tók av. Í 84. minutti legði Kasper Andersen Aarhus Fremad á odda 2-1, men móti dystarenda fekk Middelfart eitt brotsspark, ið Aarhus leikararnir ikki hildu vera brotsspark. Men dømt var dømt, og Middelfart tók av og javnaði til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Aarhus Fremad er triðaftast í deildini við seks stigum.
Komandi fríggjadag klokkan 17 kemur AaB á vitjan hjá Aarhus Fremad á Riisskoven leikvøllinum í Aarhus.
Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg skoraðu báðir fyri Hillerød, ið vann 3-1 á HB Køge á heimavølli. Vit venda aftur við tí dystinum, tá vit hava fingið fatur á nøkrum hæddarpunktum frá dystinum.
Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding vunnu á útivølli 1-0 á B93.
HER ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá tí dystinum.
Kolding er næstfremst í deildini við 13 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, AC Horsens. Hillerød hevur sama stigtal sum Kolding, men verri málúrtøku.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Middelfart-Aarhus Fremad 2-2 (1-1):
##med2##