Skúlabørn í Føroyum fáa ikki nóg góða undirvísing um viðurskiftini hjá samkyndum, tvíkyndum og transkyndum. Tað halda tey í LGBT í Føroyum, sum er felagsskapurin hjá hesum bólkum. Sum heild verða samkynd, og aðrir kynsligir minnilutabólkar, í alt ov stóran mun tagd burtur í føroyska fólkaskúlanum, halda tey í LGBT.
Og tað vilja tey hava broytt, siga tey nú í eini almennair áheitan á Mentamálráðið, Nám, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Yrkiðfelagið Miðnám, Gigni, Námsvísindadeildina, Felag Føroyska Sjúkrarøktarfrøðinga, Listafólkasamband Føroya, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotan og Barnabata
LGBT heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at føroyskir fólkaskúlalærarar fáa álagt at upplýsa um grundleggjandi LGBT viðurskifti, og at hesi viðurskifti verða somuleiðis viðgjørd í øðrum skúlum. - Sam-, tví-, og tvørkyndleiki er ikki eitt val, men tað stendur enn fólkaskúlalærarum frítt at velja, um tey vilja rúma hesum minnilutabólki av næmingum og samfelagslimum annars. - LGBT Føroyar heldur, at fólkaskúlalærar ikki eiga at sleppa at velja LGBT næmingar frá í undirvísingini. Tí vil felagið, at LGBT viðurskifti verða tikin við í námsætlanina hjá fólkaskúlanum og gerast ein natúrligur partur av seksualupplýsingini.
Tey halda eisini, at tað er sjálvsagt, at stovnar ið varða av børnum, áðrenn tey fara í skúla, læra tey, at eingin er føddur heilt eins, og tí er tað er í lagi, at summi børn og vaksin bróta burtur úr heildini.
Í LGBT halda tey, at tað er serliga í kravda undirvísingarevninum “Heilsukunnleiki og seksualupplýsing”, at LGBT næmingar í dag ikki fáa nøktandi undirvísing og virðing. - Undirvísingartilfarið, ið er gjørt til endamálið, nøktar ikki tørvin hjá LGBT næmingum. Samkynd vera einans nevnd við fáum orðum í 8. flokki, og tvíkynd og tvørkynd vera als ikki umrødd, siga tey.
Tey siga, at nú arbeitt verður við at endurskoða námsætlanir til hetta kravda undirvísingarevnið, heita tey á stovnar og feløg, ið vara av hesi dagføring, um at eisini taka LGBT næmingar og teirra kynslív við í nýggjar námsætlanir og møguligt nýtt undirvísingartilfar.
Tey halda eisini, at tað er sjálvsagt, at LGBT viðurskifti og persónar fáa størri innivist í øðrum lærugreinum - har tað er hóskandi, og pláss er fyri tí, bæði í fólkaskúlanum, í miðnámskúlunum og øðrum undirvísingarstovnum í Føroyum.
Tey hugsa um, at evnið kundi verðið tikið upp í lærugreinum sum føroyskt, danskt, enskt, týskt, lívfrøði, myndlist, søga- og samtíð ella samfelagsfrøði. - Tað nýtist ikki at fylla nógv ella vera serliga ofta. Allur bati bøtur.
Tey leggja afturat, at síðan LGBT í Føroyum varð sett á stovn í 2011, hevur rørslan støðugt bjóðað seg fram til skúlar, stovnar og feløg at upplýsa um økið. Vit hava gjørt greitt, at vit eru tøk. - Higartil hevur tó eingin skúli og bara ein lærari tikið av tilboðnum.
Hinvegin fær LGBT í Føroyum á hvørjum ári 15-20 fyrispurningar frá ungum næmingum í framhaldsdeildunum kring landið, ið gera verkætlanir um samkyndleika ella LGBT viðurskifti í Føroyum. - Hetta vísir, at føroyski ungdómurin sjálvur virkin leitar eftir størri vitan og upplýsing um evnið.
Í nevndini í LGBT í Føroyum eru Anja Johansen, Eiler Fagraklett, Høgni Miné, Katrina Bærentsen, Margret Nordberg Thomsen og Sofia M. J. Høgnesen |