Føroyingafelagið í Odense skipar aftur í ár fyri jólagudstænastu 1. jóladag klokkan 13.00. Eins og tey bæði undanfarnu árini er tað Tummas Jacobsen sum prædikar.
Tummas Jacobsen hevur verið prestur bæði í Føroyum og í Danmark, men er nú fráfarin vegna aldur. Seinastu árini hann var prestur, arbeiddi hann í Sommerslev í Suðurjútlandi.
Gudstænastan verður í ár hildin í Valgmenighedskirken á Dronningensgade 1 í miðbýnum. Kirkjan er nærmasti granni hjá Miðgarði, felags hølunum hjá føroyska og íslendska felagnum í Odense.
Kaffi og køkur aftaná
Undanfarin ár hevur heilt nógv fólk verið til jólagudstænastu í Odense, og felagið vónar at soleiðis verður aftur í ár. Aftaná gudstænastuna bjóðar felagið til ein kaffimunn og ein køkubita í Miðgarði.
Koyrivegleiðing
Tað kemst til kirkjuna við at koyra eftir Vestre Stationsvej og síðani inn eftir Kongensgade. Her frá verður koyrt inn á Dronningensgade.
Tað eru góðir parkeringsmøguleikar í garðinum aftanfyri Miðgarð.
Stórt virksemi
Annars frætta vit, at tað er nógv virksemi í nýggju felagshølunum frá Føroyingafelagnum í Odense
Føroyingafelagið hevur opið hvønn mánadag, ímillum klokkan 17.00 og 19.00. Opið er eisini hvønn mikudag. og fríggjakvøld ímillum klokkan 17.00 og 24.00 er kafé. Roynt verður so vítt gjørligt, at fáa íslendingar og føroyingar brúkað húsið í senn, so samstarvið millum feløgini bæði kann gerast enn betri
Annars fæst meiri at vita um upplatingartíðir við at ringja til húsið á tlf. 66191734, ella til formannin Hans Mikkelsen á tlf. 66169397.









