Føroyskar reiðkvinnur kappast um danska meistaraskapið

Tað man vera fyrstu ferð at Føroyar eru so væl umboðarar til eina kapping um danmarksmeistaraskapið

 

 

 

Elin Tindskarð

Tá ið kappingin um danmarksmeistaraskapið í gonguløgum fyri íslandsross byrjar í Herning í dag, vera ikki færri en fimm føroyskar reiðkvinnur við. Og Føroya Ríðingafelag sigur, at tað mann vera fyrstu ferð, at vit eru so væl umboðað í eini slíkari kapping í gonguløgum.

 

Tað er sera dýrt at fara uttanlands at kappast, men av tí at tær tríggjar, Beinta P. Debes, Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum, skulu til kapping um norðurlendska meistaraskapið í Álandi í august, gjørdu tær av at fara tíðliga til Danmarkar, soleiðis at tær eisini fingu kappingina um danmarksmeistaraskapið við. Afturat teimum eru Rakel Tindskarð og Elin Tindskarð, sum báðar búgva í Danmark, eisini við í kappingini. 

 

Ríðingafelagið sigur, at av tí at Danmar telist millum fremsti tjóðir í hesum kappingum, er kanska nasadjarvt at seta vónirnar alt ov høgt. Men tey leggja afturat, at Elin Tindskarð hevur ofta verið við í oddinum og tey vænta, at hon eisini fer at vera millum bestu boðini um eitt finalupláss. Kappingin byrjar í dag og endar sunnudagin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Elin Tindskarð

Ragnheiður og Ester