Í hesum døgum er fleiri føroyskar fyritøku á sølumessuni Danfish International í Ålborg.
Fólk úr øllum heiminum er til hesa messuna, sum er ein av mest týðani sølumessunum, tá tað snýr seg um reiðskap til fiskivinnuna. Messan er annaðhvørt ár.
Tað var Joakim prinsur, sum setti messuna, sum endar fríggjadagin.
Føroysku fyritøkurnar, sum eru á messuni eru, Vónin, JT-electric, Berglon, AWI Boats, Kemilux, KSS, Rock Trawl Doors, Teleserve og Univice.