Føroyska tónleika-elitan ger innrás í Esbjerg

Kann væl vera, at Føroyar er ein mikro-tjóð, og at samlaða fólkatalið á klettunum samsvarar við ein meðalstóran danskan bý. Allíkavæl er áhugin fyri Føroya Festivalinum 2022 - ikki bara millum føroyingar, men eisini danir - stórur

Tað skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Eftir ein sera væl vitjaðan festival í september 2021 hava fyrireikararnir enn einaferð valt Tobakken í Esbjerg til endamálið. Og í ár verður Føroya Festivalurin fríggjadagin 6. mai og leygardagin 7. maj.

 

Hesar báðar dagarnar er tað møguligt at uppliva ta stóru breiddina innan føroyskan, rytmiskan tónleik: Frá einklum og stramt komponeraðum poppi, roots, country og folk. Og eisini heilt út á uttasta vangan við hørðun rokkið og tungmálmi.

 

– Tað er ein stór gleði - nu fyri aðru ferð - at kunna bjóða gestunum til Føroya Festival á Tobakken i Esbjerg. Langt tey flestu millum áskoðarnar eru føroyingar, men har koma eisini danir, ið eru áhugaðir í at hoyra tónleik á høgum støði, sum teir ikki áður hava hoyrt, sigur Gudmundur Djurhuus, fyriskipari.

 

Ein skrá við stórari breidd

 

Gudmundur fortelur, at Føroya Festivalurin altíð hevur savnað nógv millum teir føroyingar, sum eru búsitandi í Danmark:

 

– Eg haldi, at festivalurin bjóðar fram eina breidd og eina góðsku, sum ger hann áhugaverdan fyri øðrum enn bara føroyingum. Tí vóna vit, at nógvir tónleika-áhugaðir innbúgvar í Esbjerg - og eisini aðrir danir - nýtað høvið at vitja Tobakken í Esbjerg 6. og 7. mai, sigur Gudmundur Djurhuus.

 

Tá ið tónleikurin tagnar á pallinum seint leygarkvøld, so tekur felagsangurin yvir í stóra garðinum uttanfyri Tobakken. 

 

##med2##

 

FAKTA:

 

Føroya Festivalurin 2022 er á Tobakken i Esbjerg fredag 6. maj og lørdag 7. maj.

 

SKRÁIN FRÍGGJADAG: Kristel Lisberg⎪Halleluja Sofus⎪Herborg Torkilsdóttir⎪Blátt Gras⎪Uni Debess⎪Tinganest og Sámal Ravnsfjall 

 

SKRÁIN LEYGARDAG: Dánial Gomez⎪Signar i Homrum⎪Anfinn Nielsen⎪Bloody Dice⎪Rockshow med Karl Martin og Dagfinn⎪Hamradun