Samgongan ætlar framvegis at lata føroyskar sendistovur upp í Moskva og í Beijing.
Hinvegin er ætlanin um at lata sendistovuna í London aftur, slept.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, hevur spurt løgmann, hvørjar ætlanir, samgongan hevur á økinum.
Løgmaður sigur, at tað kostar tríggjar milliónir at seta eina sendistovu á stovn, sum er manna við fólki við diplomatstøðu og við fólki við kunnleika til handil.
Hinvegin er rættiliga óvist, nær føroyskar sendistovur verða lætnar upp.
Løgmaður sigur, at higartil hevur tað ikki eydnast at fáa undirtøku fyri at seta pening av til endamálið og tað er heldur einki sett av til sendistovu á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Bæði løgmaður, og onnur í samgonguni boðaðu Løgtinginum frá, at tey fara at royna at fáa pengar á fíggjarlógini fyri næsta ár, til eina sendistovu í Moskva.
Løgmaður sigur, at tann fyrsta, føroyska sendistovan, sum verður latin upp, verður latin upp í Moskva og síðani stendur Beijing fyri tørni.
Hinvegin váttar hann, at samgongan hevur slept umstríddu ætlanini at steingja sendistovuna í London.
Hann sigur, at tað fekst ikki meiriluti fyri tí, tá ið samanum kom.
- Tað bleiv so øgiliga kensluborið - fólk fóru at tosað um flaggið og tað mugu vit eisini virða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.