Føroyska liðið komið upp á pláss í Ísrael

Landsliðið: Føroysku spælararnir eru komnir vegin fram til Ísrael

Fyri fyrstu ferð síðani 2005 er føroyska manslandsliðið í Ísrael. Ta ferðina taptu vit 2-1. Minnilistasta løtan var tá Símun Samuelsen skoraði av baklinjuni.

 

Eins og í oktober í 2005, so er talan um seinasta dystin í hesi undankappingini. Hesa ferð hevur ísrael tó útspælt sín leiklut og kann ikki longur røkka dreyminum um eitt HM-endaspæl. Ísrael tapti fríggjadagin 4-2 móti Eysturríki, meðan Skotland vann 2-0 á Moldova og hevur tryggjað sær annað plássið.

 

Føroyska liðið fleyg í dag við leiguflúgvara úr Keypmannahavn í Danmark til Tel Aviv í Ísrael. Tað verður gingið høgt upp í trygdina í Ísrael og tí tók tað nakað av tíð, at koma úr flogvøllinum. Millum annað skuldi alt ferðalagið testast fyri koronu við komu til landið.

 

Síðani varð koyrt við bussi til býin Netanya, sum liggur ein hálvan tíma frá Tel Aviv. Her búgva um 220 túsund fólk. Býurin livur millum annað av ferðavinnuni, tí fólk koma at Netanya at sóla sær á lekkru strondunum.

 

Klokkan í Ísrael er tveir tímar frammanfyri føroyska tíð. Liðið kom tí ikki at gistingarhúsið fyrr enn klokkan 22 lokala tíð. Føroyska liðið hevur sína venjing á Netanya leikvøllinum seinnapartin í morgin. FM1 og In.fo eru á staðnum við samrøðum, og beinleiðis frásøgn mánakvøldið klokkan 19.45.