TV2 FRI fer í næstum at senda eina nýggja sjónvarpsrøð, har evnið er seyming. Tíggju luttakarar úr øllum Danmark skulu kappast um at gerast tann besti innan teirra áhugamál, sum er seyming. Røðin hevur heitið “Klar, parat, sy!”
Ein av luttakarunum er føroyska Herborg við Sandá Thomsen. Herborg flutti til Danmarkar í 2001 og arbeiðir sum fangavørður í Vridsløselille. Hon er gift og hevur fýra børn.
Vertur í sendingini er Lene Beier, meðan dómarar eru Jesper Høvring og Jette With. Fyrsta sendingin verður send 9. oktobur klokkan 20:40.









