Í dag gevur Høgni Lisberg sína føroysku EP út, í heyst hevur Høgni likið sangir av EP'ini, ið nú er útkomin.
Í mun til tær farnu útgávurnar hjá Høgna: Most Beautiful Things, Morning Dew, Haré Haré og Con Man, ið allar eru enskmæltar roynir Høgni seg á føroyskum á hesari útgávuni.
Útgávan er ein EP og hevur fýra sangir Fólkið í Sprekkunum, Drukni, Villir Hundar og Minnið. Hon fæst longu nú á iTunes.
Allir sangirnir eru, sum sagt, avdúkaðir áður, og m.a. Minnið, har Høgni syngur saman við sínum gamla orkesturfelaga í Clickhaze, Eivør Pálsdóttir, er nógv spældur í útvarpinum.