1988 hátíðarhelt ísraelska tjóðin sín 40 ára stovningardag (14. mai 1948). Nevndin fyri »Felagið Føroyar-Ísrael«, sum nú er farið í søguna, skrivaði tá í gerðabók felagsins hin 22.11.1988: »Hugsan hevur verið frammi um, at vit gera sum onnur lond og aðrir felagsskapir, at vit planta eina vinarlund í Ísrael - helst í Negevoyðimørkini«. Samtykt varð, at felagið vildi gróðurseta trø í Ísrael sum ein gáva til 40 ára stovningardag Ísraels.
Byrjunarplantingin av teimum fyrstu trøunum skuldi fara fram í samband við páskaferðina, sum P/f Hermon Tours v/ Svenning av Lofti gjørdi á páskum 1989.
Vígslan fór fram í Yatirskógini undir lítlum hátíðarhaldi, har Dávidstjørnan, Merkið og Dannebrog veitraðu lið um lið. Røður vórðu hildnar av Benny Ilsar frá K.K.L., Jødisk Nationalfond, danski sendiharrin Jacob Rytter, føroyski ferðaleiðarin Svenning av Lofti og umboð fyri Felagið Føroyar-Ísrael, Lydia Arge, sum handaði gávu frá føroyska fólkinum - gróðursetan av fyrstu trøunum.
Áhugin millum føroyingar var stórur fyri at gróðurseta trø í Ísrael og á tann hátt vera við til at hátíðarhalda 40 ára stovningardag Ísraels. Ísraelska fólkið gleddist ikki minni um, at eitt so fjarskoðtið lítið land sum Føroyar vildi heiðra teimum á 40 ára stovningardegi Ísraelska tjóðarinnar.
Vónandi vil tað føroyska fólkið eisini nú, tá ið Ísrael hátíðar heldur teirra 50 ára stovningardag, ynskja tillukku við at stuðla okkara innsavnin til gróðursetan av fleiri trøum í føroysku vinarlundini sigur nevndin í skrivi.
Frá mikudegnum hin 1. apríl eru girokort at fáa á øllum føroyskum posthúsum. Gironr. er: 78603.